Føroyskir rógvarar eru heimsins bestu

Sunnudagin var kappast á 2000 metrum í HM í inniróðri í Toronto, og enn einaferð hava føroysku rógvararnir staðfest, at teir eru heimsins bestu

Sunnudagin var kappast á 2000 metrum í HM í inniróðri í Toronto, og enn einaferð hava føroysku rógvararnir staðfest, at teir eru heimsins bestu, skrivar Róðrarsamband Føroya. Sára Maria Johansen og Vár G. Hansen róðu í bólkinum 21-22 ár. Sára Maria legði seg á odda longu frá byrjan, og við einum góðum endaspurti kom hon fyrst um málstrikuna og vann róðurin sannførandi.

 

Vár róði ein flottan og sannførandi róður. Vár legði hart út og róði serstakliga væl. Hon róði seg til eitt flott 3. pláss heili 12 sek frammanfyri nr. 4. Zoe E. Dickson róði í bólkinum 21-22 ár lættvekt. Zoe lat ongan iva vera um, at eingin kundu hótta sigurin, tá hon fór fyrst um málstrikuna. Zoe setti somuleiðis persónligt met.

 

Sarita Kristina Hansen róði í bólkinum 23-39 ár lættvekt. Hetta er opni bólkinum hjá kvinnum, har støðið vanliga er sera høgt. Í harðari kapping megnaði Sarita at rógva seg til eitt flott 5. pláss.

 

Mattias Durhuus róði í bólkinum 17-18 ár. Mattias hevði ein góðan start, har hann legði seg á odda. Hann róði ein sera sannførandi róður frá byrjan til enda. Í harðari kapping gjøgnum allan róðurin megnaði hann at rógva seg til eitt flott 2. pláss. Mattias setti somuleiðis persónligt met. Við avbera góðu úrslitunum hava føroysku rógvararnir av álvara gjørt vart við seg og skarað framúr í HM kappingini.

 

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskir rógvarar klintra upp á ovastu tindarnar í altjóða kapping í inniróðri.  Okkara rógvarar hava skarðað framúr og víst serstakliga góð avrik. Bæði fyriskiparar, luttakarar og áskoðarar hava eygleitt og fagnað okkara dugnaligu rógvarum, sum fyrimyndarliga hava prógvað, at tað við áræði og miðvísari venjing er møguligt at røkka nærum óhugsandi málum, endar skrivið hjá RSF.

 

Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:

 

Sára Maria Johansen 7:11.3

 

Vár G. Hansen 7:18.0

 

Zoe E. Dickson 7:30.7

 

Mattias Durhuus 6:12.0

 

Sarita Kristina Hansen 7:24.0