– Í samband við, at Hav Atlantic og Hav Nes eru á veg inn á Sund, verða limir í arbeiðarafeløgunum biðin um at møta inni á Sundi frá kl 16:00.
Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðarafelag á Facebook.
Talan er um Hav Atlantic, sum eftir ætlan skuldi vera á Sundi kllokkan 17:00 og Hav Nes, sum eftir ætlan verður á Sundi kl 18:00. Enn er tó einki skip komið.
Sambært marinetraffic.com liggur Hav Atlantic inni á Kalbaksfirði út fyri Sandvíkum, meðan Hav Nes liggur eystan fyri Eystnes.
##med2##
##med3##
##med4##
##med8##
##med7##
##med5##
##med6##