Forkunnugur gestur til Elduvíkar

Úr Runavíkar havn verður sagt, at tey gleða seg at taka ímóti ferðamannaskipinum Le Champlain

Skipið vitjar í Runavík hósdagin 8. august, og í Elduvík dagin eftir. Hetta er fyrstu ferð at skipið vitjar Runavíkar havn.

 

Í Runavík liggur skipið við kai klokkan 7.00 til 22.30, og í Elduvík vitjar skipið frá kl. 8.00 til 16.00. Umborð eru 156 ferðafólk, størsti parturin úr Fraklandi. Manningin telur 130 fólk. Le Champlain er 156 metrar langt.

 

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Faroe Ship.