Tá fyrsti kvinnuligi forsetin í Norðurmakedona í dag varð innsett, eftir at flokkur hennara hevði tryggjar sær valsigur, valdi hon eftir øllum at døma tilvitað ikki at brúka nýggja navnið hjá landinum.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Í 2019 skifti Makedonia navn til Norðurmakedonia fyri at loysa eitt politiskt stríð við Grikkaland.
Flokkurin hjá Gordana Siljanovska-Davkova, tjóðskaparligi VMRO-DPMNE, var ímóti avtaluni og noktaði at viðurkenna nýggja navnið.
Í dag segði nýggi ríkisleiðarin so, at hon fór at »respektera grundlógina og lógirnar og vildi verja fullveldið hjá Makedonia, landafrøðiliga rættvísið og óheftnið«.
– Eg geri greitt, at eg fari at verja forsetaembæti fyri Makedona á samvitskufullan og ábyrgdarfullan hátt, segði hon.
Landið hevði tjóðartings- og forsetaval fyrr í vikuni.
Undir hondbóltsdystinum millum Norðurmakedona og Føroyar hoyrdist fjøldin fleiri ferðir rópa MA-KE-DONIA, sum altso er gamla navnið.
/ritzau/