Forsøgnirnar spáa valsigur til vinstravongurin í Fraklandi

Vinstrivongurin sær út til at vinna valið í Fraklandi, meðan Le Pen er tippaður til triðja plássið, vísa forsøgnirnar.

Viðhaldsfólk hjá franska Sosialistaflokkinum, sum er ein partur av vinstrasamgonguni, sær út til at vinna tjóðaringsvalið í Frankaríki í dag Foto: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix

Vinstravenda samgongan Nýggja Fólkafylkingin (NFP) sær út til at gerast størsti flokkur í øðrum og avgerandi umfari av tjóðartingsvalinum í Fraklandi sunnudagin.

Sambært fyrstu forsøgnunum tykist NFP við millum øðrum Jean-Luc Mélenchon á odda at fáa millum 172 og 215 av teimum tilsamans 577 sessum í tjóðartinginum.

Valsamgongan Ensemble, sum millum annað er mannað við flokkinum hjá Emmanuel Macron forseta, Renaissance, sær út til at verða nummar tvey á valinum. Ensemble stendur fyri at fáa millum 150 og 180 umboð.

Høgravendi flokkurin Tjóðskaparligi Savningarflokkurin, sum í fleiri vikur hevur verið fremsti flokkur í meiningarkanningum, fær millum 115 og 155 umboð á landstinginum, vísa fyrstu framrokningarnar.

Um endaliga valúrslitið endar soleiðis, sum fyrstu forsøgnirnar mála, so verður tað eitt stórt vónbrot fyri Marine Le Pen og Jordan Bardella, sum eru leiðarar í Tjóðskaparflokkinum.

Teir høvdu vónað at fingið absoluttan meiriluta. Til tess krevjast í minsta lagi 289 umboð í tjóðartinginum.

Forsøgnirnar eru gjørdar av fleiri fronskum granskingarstovnum, sambært Reuters.

Tey eru komin út beint eftir, at seinastu valstøðini stongdu klokkan 20.

Frakland er býtt upp í 577 ymisk valdømi, har valevnið, sum fær flestar atkvøður, tekur mandatið hjá valdøminum.

Í fyrsta valumfarinum fyri einari viku síðani vóru bert 76 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum býttir út. 39 av teimum 76 valevnunum eru úr Tjóðskaparflokkinum.

Fremstu valevnini komu víðari til 2. valumfar í dag.

Í hundraðtals valdømum hava mið- og vinstravendu flokkarnir gjørt av at taka nøkur av sínum valevnum aftur, og sostatt er bara eitt valevni eftir úr teimum flokkunum.

Nevniliga tann, sum hevur bestu møguleikarnar at basa valevninum hjá Tjóðskaparflokkinum.

 

/ritzau/

 

 

Viðhaldsfólk hjá franska Sosialistaflokkinum, sum er ein partur av vinstrasamgonguni, sær út til at vinna tjóðaringsvalið í Frankaríki í dag Foto: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix