Frægari eftir svartkalva enn eftir havtasku

Tað er lítil upsaveiða undir Føroyum í løtuni, men væntandi loysa onkur partrolarapør aftrat um vikuskiftið

Í løtuni eru bara tvey partrolarapør til fiskiskap, men væntandi fer okkurt par aftrat út um vikuskiftið.

 

- Partrolarapørini fiska upsa og annan hvítfisk, men skipini fáa ikki tað stóra. Haraftrat eru tvey partrolarapør framvegis á gulllaksaveiði.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar blálongu og kongafisk.

 

Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa í næstu viku.

 

- Ein ísfiskatrolari er farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva, og teir koma neyvan inn at landa fyrr enn í aðru viku.

 

At enda verður sagt um djúpvatnstrolararnar, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru á landleiðini og fáa mest av tungu, reyðsprøku og havtasku.

 

- Hinir trolbátarnir liggja við bryggju, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Um garnaskipini verður sagt, at tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap eftir svartkalva, men smáligan fiskiskap eftir havtasku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.