Frælsi við ábyrgd

Tað hevur altíð verið sagt millum sambandsfólk, at tá á stendur eru boð eftir Sambandsflokkinum, tí hava vit altíð leiðslu av landinum í ringum tíðum. Tí vóru vit ovurfegin, tá eg tók við sum løgmaður í teimum góðu tíðunum, sum vóru í 2019. Men skjótt vendi.

 

 

 

Corona farsóttin herjaði, og avgerð mátti takast um, hvørt vit skuldu deila samfelagið upp í A- og B-borgarar, ella um vit skuldu varðveita okkara frælsi við áliti á hvønn annan. Ikki tykkum at siga, so tóku vit avgerð um seinna, og tað vísti seg at vera tann rætta sambært vísindaligu greinini hjá Heina í Skorini og Herit Albinus, sum vísir, at álitið til politisku og heilsufakligu myndugleikarnar í Føroyum undir COVID-19 var størst millum londini, ið luttóku í kanningini.

 

 

 

Føroyar eru tað landið, sum kláraði seg best og kom best burturúr farsóttini - tað kunnu vit øll vera samd um. Men hetta hevði tó ikki latið seg gjørt, um vit ikki høvdu álit á hvønn annan.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil altíð tryggja eitt frælst samfelag, har borgarin og vinnan virka út frá egnum fortreytum - og vit vilja taka ábyrgd.

 

 

 

Vit skipa karmarnar og tit skipa tykkara frælsi.

 

 

 

Bárður á Steig Nielsen

 

formaður í Sambandsflokkinum