Tað sveið, tá Frakland á heimavølli í 2016 tapti EM-finaluna móti Portugal. Tað var einki minni enn ein vanlukka fyri franska landsliðið, tá teir sum verandi HM-vinnarar taptu móti Sveis í 1/8-finaluni til EM-endaspælið í 2021. Til tað var liðið alt ov gott.
Tá er tapið í HM-finaluni í 2022 móti Argentina eitt sindur øðrvísi. Tá tapti Frakland í eini HM-finalu, har Frakland var eina brotssparkskapping frá at endurvinna HM-heitið. Frakland hevur also verið í finaluni í trimum av teimum fýra seinastu endaspølunum. Franska landsliðið telur aftur fleiri heimsstjørnur og kravið er eitt gott endaspæl.
Frakland fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot til HM í 1998, sum var á heimavølli. Tá vann Frakland sítt fyrsta HM-steyp. Tvey ár seinni – til EM 2000 í Hollandi og Belgia – vann Frakland EM fyri aðru ferð.
Hetta er seinastu ferð, at Frakland hevur vunnið EM, hóast teir hava hava liðið til tað at kalla hvørt ár. Soleiðis er eisini í ár. Frá málmanni og út á uttast vong, sum TB-sangurin ljóðar, finnur tú spælarar á høgum stigi.
Alt frá William Saliba (Arsenal) og Jules Koundé (Barcelona) í verjuni, til Eduardo Camavinga (Real Madrid) og Aurélien Tchouaméni (Real Madrid) á miðjuni og til Antoine Griezmann (Atlético Madrid), Ousmane Dembele (PSG) og Kylian Mbappé (PSG) í álopinum.
Stjørnuspælarin er Kylian Mbappé. Hetta er kanska størsta fótbóltsstjørnan á klótuni. Hann skoraði hattrik í HM-finlauni móti Argentina, men tað var ikki nokk til at hála Frakland um málstrikuna. Tað liggur nógv á 25 ára gomlu superstjørnuni at hála Frakland um málstrikuna í summar.
Venjari er tann royndi Didier Deschamps, sum hevur vunnið HM sum bæði spælari og venjari. Hann hevur verið franskur landsliðsvenjari síðani 2012. Frakland hevur helst sterkasta hópin á pappírinum og er favorittur at vinna EM.
Heilar seks ferðir hava Føroyar spælt móti fronsku heimsstjørnunum. Hvørja ferð hava vit tapt. Besta úrslitið var ein 1-0 ósigur á Tórsvølli í 2009. Samanlagt hava vit tapt 22-0. KÍ megnaði ein málleysan javnleik móti Lille í Conference League-bólkaspælinum í fjør og so hevur Abraham Løkin spælt við franska Boulogne.
Hópurin:
Málverjar:
Mike Maignan (Milan)
Alphonse Areola (West Ham)
Brice Samba (Lens)
Verjuspælarar:
Benjamin Pavard (Inter)
Jules Koundé (Barcelona)
Théo Hernandez (Milan)
Dayot Upamecano (Bayern München)
Ibrahima Konaté (Liverpool)
William Saliba (Arsenal)
Jonathan Clauss (Marseille)
Ferland Mendy (Real Madrid)
Miðvallarar:
N'Golo Kanté (Al-Ittihad)
Adrien Rabiot (Juventus)
Aurélien Tchouaméni (Real Madrid)
Youssouf Fofana (Monaco)
Eduardo Camavinga (Real Madrid)
Warren Zaïre-Emery (PSG)
Álop:
Olivier Giroud (Milan)
Antoine Griezmann (Atlético Madrid)
Kylian Mbappé (PSG)
Kingsley Coman (Bayern München)
Ousmane Dembélé (PSG)
Marcus Thuram (Inter)
Randal Kolo Muani (PSG)
Bradley Barcola (PSG)
Venjari: Didier Deschamps (Frakland)