Valevnir Sjálvstýrisfloksins stóðu seg óføra væl í politisku orrustuni í valfundinum í mentanarperluni, Salt, í Suðuroy í kvøld.
Tað góða stevið, sum Rúna Sivertsen, Suni á Dalbø og Sámal Petur í Grund løgdu lunnar undir í valfundinum í Lívdini, hevur givið sjálvstýrisskipinum góðan byr í seglini.
Aldargamli tjóðskaparflokkurin, Sjálvstýri, hevur sum Feniks reist seg úr øskuni, og hetta prógvaðu trý væl útborin valevnir í kvøld.
Umrøðuevnini vórðu fjøltáttað.
Grøna leiðin, náttúruverja og hildarleikurin móti honum sjálvum í Sambandsflokkinum, rættvísi fyri føroyingar á arbeiðsmarknaðinum og okkara moralska skylda mótvegis ukrainum.
Vit fegnast um, at valevnini, Geir á Lofti, Sámal Petur í Grund og Hans Cecil Poulsen, stóðu seg so væl.
##med2##
Vit halda á á somu kós.
Við Sjálvstýriskvøðum!
Sí meira á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:
https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/27/frama-sjalvstyrisflokkurin/