Frásettir bilar órógva kavarudding

Órógvið av kavanum og ringu koyrilíkindunum hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni seinasta samdøgrið, tí tey hava fingið nógvar fráboðanir, bæði frá fólki og frá teimum, sum rudda kava, um bilar, sum stada illa fyri í kavanum.

Vaktleiðarin sigur, at fólk ikki í øllum førum hugsa seg nógv væl um, tá fara frá bilinum kavanum, tá tey ikki klára til hús við bilinum.

Hóast streymslit var í fleiri tímar í gjár, so gav tað ikki løgregluni meira arbeiði.