Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin og Brandur H. Olsen kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki, tá lið teirra, Fredrikstad leikti enn ein javnleik í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Leingi var tap í hendi hjá Fredrikstad, ið var aftanfyri 0-1 móti Hødd væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Tá vóru teir hjá Fredrikstad so hepnir, at Hødd beinti bóltin í egið net, so Fredrikstad slapp heimaftur við einum stigi, og eru framvegis ósigraðir hetta kappingarárið.
Fredrikstad er nummar fýra í deildini við 15 stigum, tveimum stigum færri enn oddaliðið, Kristiansund.
Komandi sunnudag tekur Fredrikstad móti Åsane á heimavølli.