Føroyingurin Teitur Skoubo hevur fingið 90.450 krónur í endurgjaldi umframt rentur fyri at hava sitið varðhaldsfongslaður longri enn endaligi dómurin, hann fekk í rættinum. Tað skrivar danska blaðið B. T.
Tann 28 ára gamli fyrrverandi realityluttakari varð í mai mánaði í fjør dømdur fyri at hava neyðtikið eina eina kvinnu á sumri í 2021. Dómaurin var tvey og eitt hálvt ára fongsul. Harumframt skuldi hann rinda kvinnuni endurgjald.
Teitur Skoubo kærdi dómin, og hann var fyri einum góðum ári síðani fríkendur fyri neyðtøku og harvið »bert« dømdur fyri harðskap.
Dómarin helt ikki, at ákærumyndugleikin í nóg stóran mun kundi prógva, at Teitur Skoubo hevði havt kynsligt samband við kvinnuna, eftir at hon hevði tikið samtykkið aftur.
##med2##
Eystari Landsrættur dømdi hann tí ein treytaðan dóm upp á tríggjar mánaðir, tá dómarin segði, at tað var prógvað, at kvinnan ikki hevði givið nóg nógv samtykki til tey sløg, sum hon fekk frá honum undir kynsliga gerðini.
Tá Teitur Skoubo fekk dómin í Eystara Landsrætti, hevði hann sitið varðhaldsfongslaður í umleið fimm mánaðir – altso góðar tveir mánaðir longri enn revsingin, hann varð dømdur til.
##med3##
Tí valdi hann saman við advokati sínum Nicolai Berg, at søkja um endurgjald fyri órættvíst frælsistøku, og tað er hetta endurgjald, hann nú hevur fingið.
– vit eru væl nøgd við upphæddina. Tað svarar til kravið, eg setti fram fyri Statsadvokatinum, sigur advokaturin hjá realitystjørnuni við B. T.