Ísraelski herurin (IDF) sigur seg hava funnið líkini av trimum gíslum í Gazageiranum. Tað sigur herurin í einari fráboðan í kvøld.
Tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør, vórðu fleiri enn 250 fólk tikin gíslar og flutt inn í Gazageiran.
Haraftrat beindi Hamas fyri fleiri enn 1000 fólkum í álopunum á Ísrael.
Líkini, sum IDF nú hevur funnið í Gazageiranum, eru av Shani Louk (myndin omanfyri), Amit Buskila og Itzhak Gelerenter.
Øll hesi vórðu rænd og tikin inn í Gazageiran, meðan tey vóru á sonevndu Nova Rave-tiltakinum har suðuri í Ísrael.
Fleiri enn 100 gíslar eru higartil leyslatnir eftir samráðingar millum stríðandi partarnar, sum førdi til vápnahvíld í eina viku í november í fjør.
Tað er ógreitt, hvussu nógvir av ísraelsku gíslunum í Gazageiranum framvegis eru á lívi.
Ísraelski herurin (IDF) hevur áður funnið lík av deyðum gíslum, síðan Ísrael gjørdi innrás í Gazageiran.
Tað er www.dagbladet.no sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag, og tað eru eisini aðrir útlendskir miðlar, sum bera hesi tíðindi.