Sambært fyribils líkskurðinum høvdu fýra av teimum sjey, sum lótu lív, eingi tekin til sjógv í lungunum, ei heldur í vælindinum ella maganum, veit tíðindastovan CNN at siga. 

Fýra doyðu av ilttroti við havsins botn

Fýra av teimum sjey, sum lótu lív í marglætisbátinum úti fyri Sisilia, høvdu ikki ferilin av sjógvi í lungunum, ei heldur í vælindinum ella maganum, vísir líkskurðurin.

 

Sambært fyribils líkskurðinum høvdu fýra av teimum sjey, sum lótu lív, eingi tekin til sjógv í lungunum, ei heldur í vælindinum ella maganum, veit tíðindastovan CNN at siga. 

Skipsbrotið, tá stóri marglætisbáturin - Bayesian - koppaði og sakk eftir fáum minuttum út fyri Sisilia hin 19. august, hevur fingið stóra umrøðu.

 

Serstøku umstøðurnar við melduródnini, sum knappliga rakti bátin og nøkur av ferðafólkunum, sum vóru við bátinum, vaktu ans.

 

Eftir skipsbrotið hava italsku ákærumyndugleikarnir sett í verk drápskanning av skiparanum, 51 ára gamla, James Cutfield, og øðrum av manningini á bátinum.

 

Líkskurður avdúkar nú ræðuleikar frá tí, sum veruliga gekk fyri seg í bátinum, sum lá við havsins botni - á umleið 50 metra dýpi.

 

22 fólk vóru við Bayesian, tá báturin koppaði, harav 15 vórðu bjargað á lívi, og sjey lótu lív.

 

Sambært fyribils líkskurðinum høvdu fýra av teimum sjey, sum lótu lív, eingi tekin til sjógv í lungunum, ei heldur í vælindinum ella maganum. 

 

Tað sigur eitt talsfólk hjá advokatinum hjá skiparanum við CNN.

 

Tískil bendir mangt á, veit CNN at siga, at hesi fýra, sum lótu lív, hava funnið onkran luftlumma í stýrhúsinum ella undir dekkinum, tá báturin fyltist við sjógvi og sakk.

 

Tá iltin í luftlummanum varð uppbrúkt, varð rúmið eitrað av koltvísúrevni, og tá var eingin ilt meira til tey fýra.

 

Kavarar leitaðu í fleiri dagar eftir teimum, sum roknað var við vóru í bátinum, sum lá við havsins botn. Hetta var ein avbjóðandi uppgáva.

 

##med2##

 

CNN veit at siga, at milliarderurin, Mike Lynch, ið er umrøddur sum bretski Bill Gates, og 18 ára gamla dóttir hansara, eru ikki kannað enn, og tað er kokkurin, Recaldo Thomas, heldur ikki.

 

Sambært líkskurðinum er einki, sum bendir á, at líkini høvdu nakrar likamligar løstir, sum kundu havt elvt til deyða.

 

Marglætisbáturin var 56 metrar langur, og hann sakk eftir fáum minuttum, tá melduródnin rakti.

 

Ætlanin er at taka bátin upp av havsins botni - bæði í samband við kanningararbeiðið og fyri at byrgja upp fyri, at 18.000 litrar av brenni ikki leka út í havið nærindis Palermo á Sisilia.

 

##med3##

 

 

 

Sambært fyribils líkskurðinum høvdu fýra av teimum sjey, sum lótu lív, eingi tekin til sjógv í lungunum, ei heldur í vælindinum ella maganum, veit tíðindastovan CNN at siga.