Fýra dripin í álopi í Ukraina

- Russar lupu á býin Avdijivka við rakettum í morgun, og her varð eisini eitt sjúkrahús oyðilagt, sigur guvernørurin í økinum.

Neyðars menniskju, sum ikki sleppa at liva í sínum egna landi í friði.

Í minsta lagi fýra fólk lótu lív í einum russiskum rakettálopi á ukrainska býin, Avdijivka.

 

Guvernørurin í økinum, Pavlo Kyrylenko, sigur, at eitt sjúkrahús í býnum eisini varð oyðilagt. 

 

- Russar lupu á býin við rakettum í morgun, og her varð eisini eitt sjúkrahús rakt, sigur hann.

 

Býurin Avdijivka liggur á hermótinum millum stríðandi partarnar í Ukraina.

 

Sambært ukrainsku løgregluni oyðiløgdu russar 57 íbúðarbygningar kring um í økinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraina seinnapartin í dag.

 

 

 

Neyðars menniskju, sum ikki sleppa at liva í sínum egna landi í friði.