Gaza-álopini halda fram í morgun

Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at vápnahvíldin byrjar ikki, fyrr enn Ísrael hevur fingið ein lista yvir gíslarnar, sum skulu leyslatast

Tá vápnahvíldin millum Ísael og Hamas skuldi byrja í morgun, hildu ísraelsku álopini fram í Gazageiranum. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at tað verður eingin vápnahvíld, fyrr enn Ísrael hevur fingið nøvnini á gíslunum, sum skulu leyslatast.

 

Nakrar tímar fyri, at vápnahvíldin skuldu byrja, helt ísraelski forsætisráðharrin eina røðu, har hann segði, at Ísrael fær stuðul úr USA at taka álopini í Gazageiranum uppaftur, um vápnahvíldaravtalan ikki verður yvirhildin.

 

Í einum telduposti til norska Dagbladet sigur skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, at forsætisráðharrin hevur havt ein trygdarfund, sum tey rópa tað, og her er avtalað, at eingin vápnahvíld verður, fyrr enn Ísrael hevur ein lista yvir gíslarnar, sum skulu leyslatast.

 

- Vit halda fram við álopunum í Gazageiranum, upplýsir eitt talsfólk fyri ísraelska herin (IDF) í morgun. Talsfólkið vísir á, at Hamas enn ikki er komið við nøkrum lista yvir gíslarnar.

 

Eftir at vápnahvíldin skuldi verið byrjað, stendur roykur upp úr norðara parti av Gazageiranum í morgun eftir ísraelsk álop, og sum skilst, hevur ísraelski herurin lopið á víða um landið.

 

Í einari útsøgn sigur Hamas, at tey hava skyldu til at halda avtaluna, men at tað eru "tekniskar orsøkir" til, at listin við gíslum, sum skulu leyslatast, enn ikki er útflýggjaður, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

Leygarkvøldið helt ísraelski forsætisráðharrin eina røðu, sum varð send í sjónvarpi. Her endurtók hann, hvørji málini í krígnum í Gazageiranum eru - "at fáa gíslarnar leyslatnar, knúsa Hamas og syrgja fyri, at Gazageirin ongantíð aftur verður nøkur hóttan móti Ísrael".

 

Í røðuni segði Benjamin Netanyahu eisini, at vápnahvíldaravtalan kom í lag í samstarvi millum bæði Joe Biden og komandi Trump-umsitingina.

 

- Mikukvøldið tosaði Trump við meg. Hann rósti avtaluni og legði dent á, at talan er ein eina fyribils vápnahvíld. Tað var tað, hann segði - "eina fyribils vápnahvíld", segði ísraelski forsætisráðharrin í sjónvarpsrøðu leygarkvøldið.

 

Lesið eisini - 

 

1890 palestinar fyri 33 gíslarhttps://www.in.fo/news-detail/1890-palestinar-fyri-33-gislar

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar norska kringvarpið - NRK - fyri løtu síðan