Gerandisdagurin er aftur í eygsjón

Løgmaður heitir á øll um at koppseta seg, so vit fáa floksverju sum skjótast

Vit nærkast aftur einum vanligum gerandisdegi og kunnu skjótt seta fulla ferð á aftur samfelagið.

 

Koronatíðin hevur rakt nógv hart og  hjá teimum flestu hevur trivnaðurin verið ávirkaður.

 

Løgmaður segði, at nú eru vit komin hartil, at vanligi gerandisdagurin er í eygsjón og at vit skulu halda okkum framat at verða koppsett.

 

- Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk sum gjørligt, tá ið full ferð aftur kemur á samfelagið, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í dag í Løgtinginum.

 

Hann nevndi eisini hvussu umráðandi tað er, at vit hava eitt heilsuverk, sum stendur til reiðar, tá ið sjúkan rakar.

 

- Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar. Tað gongur rætta vegin, og á fleiri økjum er málið longu rokkið, segði hann.

 

Løgmaður legði afturat,  at tá ið fólk gerast langtíðarsjúk, so mugu tey tryggjast væl. Tí fegnast hann um, at tíðarskeiði við dagpengum í sambandi við langtíðarsjúku er longt. Hann segði eisini, at vit mugu tryggja, at arbeiðsósemjur á arbeiðsmarknaðinum ikki seta lív og heilsu í vanda.

 

- Vit skulu virða verkfallsrættin, men verandi støða er ikki haldgóð. Her skal ein betri loysn finnast.