Yvir teir seinastu mánaðirnar uppliva vit, at tá vit fara til handils, so er prísurin á teimum vanligu vørunum dýrkaður alsamt. Orsøkin til hendan prísvøksturin kenna vit øll – inflatiónin er methøg. Orsøkirnar aftanfyri inflatiónina eru nógvar, og hon er sera trupul at steðga. Ein onnur undirorsøk til, at gerandisvørur eru so dýrar í Føroyum er tí, at vit rinda MVG av øllum vørunum. Ja, landskassin biður um eitt avgjald á 25%, hvørja ferð tú keypir mjólk, egg, mjøl, blæður, kjøt, klæðir, grønmeti og flest aðrar vørur.
Eg haldi, stutt sagt, at tað er órímiligt, at landið skal hava ein fjórðing av øllum tí, sum ein púra vanligur borgari keypir fyri at forsyrgja seg sjálvan og sína familju – serliga tí at hesin frammanundan rindar nógvan skatt av sínari lønarinntøku. Tað ber ikki til í hesum tíðum, tá prísirnir eru so høgir, at tað veruliga hóttir livistøðið hjá føroyingum.
Generelt, so er tað ikki serliga skilagott at skatta forbrúkið hjá tí vanliga borgarinum. Hesi avgjøld raka næstan altíð sosialt ójavnt, og tað er í ein serligan mun galdandi fyri mat og aðrar gerandisvørur. Í botn og grund, so er tað ikki serliga stórur munur á, hvussu nógv ein láglønt og hægri lønt familja brúka uppá matforbrúk. Tí endar tann láglønti sum oftast við at rinda lutfalsliga meira av sínari inntøku í skattaavgjøldum uppá vanligar gerandisvørur, í mun til tey, ið eru betri fyri fíggjarliga.
Eg meti, at tað er alneyðugt, at vit beinavegin í 2023 fara at differentiera MVG-avgjøldini, soleiðis at matvørur - og aðrar vørur - ið kunnu bólkast sum neyðsynjar gerandisvørur, verða frítiknar frá MVG.
Aksel Berg,
valevni,
Miðflokkurin