Tað varð ein ordans jólagáva, starvfólkini hjá Bakkafrost í Suðuroynni fingu. Ríkasta fyritøkan í Føroyum hevur valt at framskunda jólaferiuna og senda øll stavsfólkini í fiskavirkisskipanina, sum gevur starvsfólkunum lítið og onki at halda jól fyri og liva fyri restina av árinum.
Ilt er at fáa eyga á menniskjaliga samhaldssinnið fyri hesi fólk í Suðuroynni, sum eru við til at geva Bakkafrost 300 - 400 mio. kr. árliga.
Jólaboðini vóru ikki tespilig; ikki veður at fáa tykkum laks suður at arbeiða! – farið heim til einaferð næsta ár og haldið jól við ALS, sum slett ikki er nøktandi!
Hetta er tann ráða kapitalisman, við lítlari virðing fyri fólkinum, sum halda fyritøkuna koyrandi. Bakkafrost hevur væl og virðiliga ráð til at halda fólk í arbeiði og geva teimum løn árið út.
Hetta ber ikki til. Um tílíkar fyritøkur ikki vilja vísa størri samfelagssinnið, má politiska skipanin endurskoða, um tær skulu varðveita hendan einkarrættin. Hendan einkarættin til allar firðirnar í landinum, sum allir føroyingar eiga! Og sum geva teimum milliarda yvirskot ár um ár, sum í stóran mun verða sendar av landinum.
Bjarni Hammer
Valevni fyri Javnaðarflokkin