Gongd í haga ikki loyst nú

Málið um hvør skal sleppa at ganga í haganum verður ikki loyst á hesum sinni

Seinasti framløgudagur av uppskotum í Løgtinginum í hesi tingsetuni er fríggjadagin í næstu viku.

 

Landsstýrið hevur arbeitt vi uppskotunum, sum verða løgd fram, men tað liggur fast at eitt uppskot um, hvussu gongd í haga skal skipast,  ikki eru millum uppskotini, sum koma fyri í ár.

Ongin semja er funnin í málinum enn. Áhugamálini eru mong og fjølnbroytt,, so heldur ongin semja er funnin í málinum, hóast politiska skipanin við koronu fekk eitt eyka ár at arbeiða við málinum.

Helgi Abrahamsen , landsstýrismaður, sigur, at tað als ikki hevur borið á mál at gera eitt uppskotd, sum politisk semja er um.

-Jørð er altíð eitt eymt mál og tað vísir seg eisini her, sigur Helgi Abrahamsen.

Við øðrum orðum liggur tað framvegis hjá ognaurm og festarum, sjálvi at gera av, hvussu skipanin skal virka í summar.