Grønlendsk flaggskip undir íslendskt flagg

Grønlendski supertrolarin - Ilivileq - fer nú at sigla undir íslendskum flaggi.

Grønlendska reiðaríið, Arctic Prime Fisheries og íslendska reiðaríið, Brim, hava júst gjørt eina avtalu um, at Brim keypir grønlendska flaggskipið - frystitrolarin Ilivileq.

 

Skipið verður keypt fyri 55 milliónir evrur ella 410 milliónir krónur. 

 

Tað veit Sermitsiaq at siga í dag, og víst verður til íslendska Morgunblaðið, sum eisini ber hesi tíðindi.

 

Lagt verður aftrat, at grønlendski supertrolarin nú kemur at sigla undir íslendskum flaggi.

 

Við avtaluni keypir íslendska reiðaríið eitt av mest framkomnu og effektivastu verksmiðjuskipunum í Grønlandi.

 

Sum skilst, hevur Sermitsiaq roynt at fingið viðmerkingar frá reiðaríunum, sum ávikavist selja og keypa, men tað hevur ikki eydnast.

 

Heimasíðan nevnir, um broyttu reglurnar í gønlendskari fiskiveiði, sum eitt nú raka útlendskar íløgur i Grønlandi, hava nakað við søluna at gera.

 

Sambært nýggju fiskivinnulógini í Grønlandi, sum hevur fingið harðar ákoyringar úr vinnuni, hava útlendskir íleggjarar 10 ár at loysa seg úr íløgum í grønlendskari fiskiveiði.

 

Meira um søluna av grønlendska flaggskipinum - frystitrolaranum Ilivileq - kann lesast á hesari leinkju - https://www.sermitsiaq.ag/erhverv/arctic-prime-fisheries-saelger-prestigeskib/2099450