Grønlendski ráðharrin í fiski- og veiðimálum, Karl Tobiassen úr Siumut, leggur frá sær.
Tað sæst í brævi, hann hevur sent grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, skrivar Sermitsiaq.AG
Grundgevingin hjá Karl tobiasen er, at hann ikki hevur kunna hildið lyftið um, at eitt lógaruppskot til nýggja fiskivinnulóg skuldi leggjast fram.
– Tað harmar meg at málið ikki kann verða tikið til viðgerðar í tinginum, og tí kann eg ikki halda tað lyfti, eg gav.
Sjálvt um Karl Tobiassen ikki longur er ráðharri í fiski- og veiðimálum, fer hann at halda fram sum tingmaður.
– Eg gleði meg til at taka uppaftur starvið og samstarva í Inatsisartut, sigur hann sambært KNR.
Karl Tobiasen gjørdist ráðharri í apríl í 2022. Tað var tí,l at Qarsoq Høegh-Dam legði frá sær av einum hassjmáli.
Qarsoq Høegh-Dam er beiggi Aki-Matilda Høegh Dam, sum er fólkatingskvinna. Tey umboða bæði javnaðarflokkin Siumut.
Tá segði Tobiassen, at hann fór at gera sítt besa »fyri at lætta korini hjá fiskimonnum og veiðimonnum«, skrivar KNR.
Karl Tobiassen er ikki einasti ráðharri, sum hevur lagt frá sær í dag, nú grønlendska tingið kemur saman.
Mimi Karlsen úr IA, sum er heilsumálaráðfrú, hevur eisini lagt frá sær í dag. Tað hevur hon gjørt, tí hon er innstillað sum forkvinna fyri tingið í Grønlandi, skrivar KNR.
/ritzau/