Grótbræðingin í Grindavík nærkast nú yvirflatuni

Í Íslandi hava tey hildið ondini seinastu dagarnar, nú vandin fyri eldgosi er so stórur.

Útlendskir miðlar, sum fylgja gongdini í Grindavík í Íslandi, vita í dag at siga, at grótbræðingin, sum spøkir í undirgrundini um hesar leiðir, nærkast yvirfatuni, og soleiðis er framvegis stórur møguleiki fyri, at her fer at goysa.

 

Eitt gos kann koma nær tað skal vera, og fleiri staðni á Grindavíkarleiðini søkkur bakkin. Benedikt Ófeigsson, sum starvast á meterologiska stovninum í Íslandi, sigur, at grótbræðingin kanska liggur einar 500 metrar undir yvirflatuni.

 

Í Íslandi hava tey hildið ondini seinastu dagarnar, nú vandin fyri eldgosi er so stórur. Roykur stingur upp úr rivum í bakkanum, og svávulroykurin verður sterkari og sterkari.

 

- Vit kunnu longu nú siga, at hetta helst verður størsta náttúruvanlukka í Íslandi seinastu hálvu øldina, hóast útbrotið enn ikki er komið, sigur íslendski jarðalisfrøðingurin, Freysteinn Sigmundsson við íslendska kringvarpið, RUV.

 

##med2##

 

 

 

Hetta verður helst størsta náttúruvanlukka í Íslandi seinastu hálvu øldina.