Gullið er á veg til Hoyvíkar

Hondbóltur menn: Vestmenningar vóru ov stuttir, tá ið teir eftir steðgin stríddust fyri at vinna tað aftur, sum teir mistu undan steðginum

Hoyvíkingar hava vunnið FM í kvinnuhondbólti, og nú eru hoyvíkingar stórfavorittar at vinna FM í manshondbólti.

 

Í kvøld var triðja HM finalan. Hon var í Vestmanna, og H71 vann 31 – 28, eftir at hoyvíkingar í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 14 – 7.

 

Sum tølini siga, so var H71 verjan í fyrra hálvleiki sum bergið, og í málinum var Pauli Jacobsen á tí støði, sum hann plagar at vera. Hjá VÍF royndist tað ikki so væl í málinum hjá Mladen, sum tað plagar at gera.

 

-Verjuspælið hjá okkum var alt annað enn gott í fyrra hálvleiki. Mladen hevur hetta kappingarárið havt 35 í bjargingarprosenti. Hann hevur mangan bjargað okkum, tá ið vit ikki hava verið serliga stinnir í verjuni, men í kvøld var tað alt ov torført hjá honum, sigur Jóhannes Bjørgvin hjá VÍF í samrøðu við Sjúrð Hildarson Hoydal á midlar.fo, og hann heldur fram:

 

-Eftir steðgin riggaði tað betur hjá okkum. Í steðginum vóru vit aftanfyri við seks málum, og tað eydnaðist at taka trý mál aftur eftir steðginum, men tað kostaði, at avrikið í fyrra hálvleiki var so lítið sannførandi, sigur Jóhannes Bjørgvin.

 

-Nú hava vit ryggin ímóti múrinum. Tað er neyðugt at vinna í Hoyvík mikukvøldið, og so fara vit at hava møguleika at tryggja okkum FM heitið um eina viku, tá ið tað verður bátafestivalur í Vestmanna.

 

Heilt avgerandi fyri H71 var tað, at Pauli Jaocbsen var so framúr í málinum. Bjargingarprosentið hjá honum var 46.

 

-Vit vita, at Filip Jojic og Hallur Arason eru stinnastu álopsvápnini hjá vestmenningum. Teimum høvdu vit serliga vakið eyga við. Tað eydnaðist at takla teir, so tað var torført hjá teimum at skjóta, og tá ið tað eydnast, so er tað lættari hjá málverjanum. Í álopsspælinum vóru tað nógvir, sum bjóðaðu seg fram og spældu beinleiðis ímóti málinum, sigur Djóni Gaard, annar av venjarunum hjá H71.

 

Hjá H71 vóru Rói E. á Skipagøtu og Bogi Hansen, sum var sera tryggur úr sjey metrum, toppskjúttar við sjey málum. Seks av málunum hjá Boga vóru við brotskasti. Hjá VÍF var Filip Jojic toppskjútti við 10 málum, og Hallur Arason skoraði seks mál. Sjey av málunum hjá Filip vóru við brotskasti.

 

Dómaraseðilin

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/kiYeEUYcWxN692LLyQA7.pdf

 

VÍF – H71 28 – 31 (7 – 14)

 

VÍF: Filip Jojic 10, Halluar Arason 6, Sjúrður Olsen 3, Kristian Jensen 3, Tróndur Johnson 1, Jóhannes Bjørgvin 1, Teitur Rúnason Nielsen 1, Andrias Eriksen 1, Philip Harper Müller 1, Óla Jákup Gaard Olsen 1

 

H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 7, Bogi Hansen 7, Peter Krogh 5, Rókur Ziskason 4, Niklas H. Hanusarson 3, Rúni Vest Højgaard 2, Baldur Gillason 2, Rói Seyer Hjaltason 1