Gunnar og liðfelagarnir hava framvegis fult stigatal

Í kvøld vann Víkingur Reykjavík á HK á útivølli

Tað gongur sum eftir ánni hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík.

 

Í kvøld vann Víkingur áttanda sigurin av átta møguligum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gunnar spældi allan dystin tá Víkingur í kvøld vann 2-1 á HK í Kópavogi.

 

Viktor Andrason legði Víking á odda tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Nikolaj Hansen økti til 2-0 tá 74 minuttir vóru leiktir. Tveir minuttir seinni bleiv Karl Gunnarsson hjá Víkingi rikin av vølli fyri eina grova takling. Stutt undan leikloki fekk HK minka um munin, men nærri komu teir ikki.

 

Víkingur er fremst í deildini við 24 stigum. Valur er nummar tvey við 19 stigum, Breiðablik er nummar trý við 18 stigum.

 

Klæmint Olsen slapp ikki á vøllin fyri Breiðablik, ið vann 2-0 á KA. Pætur J. Petersen kom á vøllin fyri KA seinasta lítla korterið. 

 

KA er nummar fimm í deildini við 11 stigum.