Í kvøld var toppuppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá Valur tók móti Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík á N1 vøllinum á Hliðarenda í Reykjavík.
1.834 áskoðarar vóru vitni til eina spennandi toppuppgerð, ið endaði við javnleiki 2-2.
Tvær ferðir var Víkingur á odda, men báðu ferðirnar javnaði gamli stórleikarin, Gylfi Þór Sigurðsson fyri Val. Seinna málið skoraði Gylfi upp á brotsspark væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Valdimar Þór Ingimundarson legði Víking á odda tvær ferðir. Fyrru ferð tá 35 minuttir vóru leiktir, og seinnu ferð í 58. minutti. Gylfi javnaði til 1-1 við einum brotssparki tá 54 minuttir vóru leiktir.
Valur-Víkingur Reykjavík 2-2 (0-1)
0-1 Valdimar Þór Ingimundarson ('35 )
1-1 Gylfi Þór Sigurðsson ('54 , br.)
1-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('58 )
2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('94 , br.)
Gunnar leikti allan dystin fyri Víking, og tá eitt korter var farið av dystinum hevði Gunnar ein góðan stútara, ið var bjargaður á málstrikuni.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik móti KA á heimavølli. Vinnur Breiðablik dystin vera Patrik og liðfelagarnir bert eitt stig frá oddasessinum.
Støðan:
Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig | ||
1 | Víkingur Reykjavík | 11 | 8 | 2 | 1 | 27:12 | 15 | 26 |
2 | Breiðablik | 10 | 7 | 1 | 2 | 24:12 | 12 | 22 |
3 | Valur | 11 | 6 | 4 | 1 | 25:14 | 11 | 22 |
4 | ÍA | 10 | 5 | 1 | 4 | 20:14 | 6 | 16 |
5 | Stjarnan | 11 | 5 | 1 | 5 | 21:20 | 1 | 16 |
6 | FH | 10 | 4 | 2 | 4 | 18:20 | -2 | 14 |
7 | Fram | 10 | 3 | 4 | 3 | 13:14 | -1 | 13 |
8 | KR | 10 | 3 | 2 | 5 | 19:21 | -2 | 11 |
9 | HK | 10 | 3 | 1 | 6 | 10:18 | -8 | 10 |
10 | Vestri | 10 | 3 | 1 | 6 | 13:23 | -10 | 10 |
11 | Fylkir | 10 | 2 | 1 | 7 | 15:27 | -12 | 7 |
12 | KA | 9 | 1 | 2 | 6 | 13:23 | -10 | 5 |