Eitt umboð hjá Hamas, Izzar El-Reshiq, sigur við tíðindastovuna Reuters, at felagsskapurin er ikki sinnaður at slaka meira fyri at fáa eina vápnahvíldaravtalu við Ísrael.
Mánadagin í vikuni segði Hamas, at felagsskapurin hevði góðkent eina avtalu, sum Egyptaland og Qatar høvdu verið við til at gera.
Á hinari síðuni segði Ísrael seg ikki vilja taka undir við vápnahvíldaravtaluni.
Síðan tá hevur ísraelski herurin hert álopini á býin, Rafah, har suðuri í landinum, nærindis markinum til Egyptaland, eins og herurin hevur tikið valdið á marknaliðnum, Kerem Shalom.
Izzar El-Reshiq, sum er eitt umboð hjá Hamas, sigur við Reuters, at felagsskapurin er ikki sinnaður at ganga fleiri krøvum hjá Ísrael á møti fyri at fáa landið at góðtaka eina avtalu.
Hamas-umboðið vísir á, at við fyriliggjandi avtalu, sum Ísrael vrakaði, høvdu ísraelskir gíslar verið leyslatnir, eins og palestinskar kvinnur og børn høvdu verið leyslatin í ísraelskum fongslum.
Izzar El-Reshiq sigur, at Ísrael meinar tað ikki í álvara, tá tað ræður um eina vápnahvíldaravtalu millum stríðandi partarnar.
Hann heldur, at Ísrael brúkar samráðingarnar fyri at fjala út yvir álopini á Rafah, har meira enn ein millión flóttafólk eru.
Umboð fyri Hamas, Ísrael, USA og Qatar eru í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, men higartil hevur Ísrael ikki gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá Izzar El-Reshiq.
Týsdagin visti USA at siga, at Hamas hevði dagført uppskotið til vápnahvíld, og USA heldur, at broytingarnar, sum eru gjørdar, kunnu bera á mál.
Trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, heldur ikki, at partarnir nú eru so langt frá hvørjum øðrum.
- Vit trúgva, at tað er ein vegur fram ímóti einari vápnahvíldaravtalu. Eg haldi, at londini eru nú so nær hvørjum øðrum, at ein avtala kann gerast, sigur Jake Sullivan.