Hamradun á Summar Festivalin

Mergjaði rockbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.

Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann.

Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Europa.

##med2##

 

Fyrr í ár kom Hamradun við frálíku útgávuni »Nætur níggju« og hevði útseldar útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum. Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at hava konsert. Áður hava teir havt framúrskarandi framførslur á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.