Hannes skoraði sigursmálið

Góða gongdin hjá B36 helt fram, tá ið árstalsfelagið í kvøld vann tepran sigur á Svangaskarði

B36 riggar á Svangaskarði av. Ferðin stutta vegin suður í høvuðsstaðin verður hugalig, tí í viðførinum eru trý stig. B36 vann 1-0. Málið skoraði Hannes Agnarsson, tá ið lítið korter var farið av seinna hálvleiki. B68 royndi at svara aftur, og sum seinni hálvleikur leið, vóru toftamenn nógv á bóltinum, meðan B36 vardi og dúvaði upp á mótálop.

 

Tað eydnaðist B36 at halda tætt, og tað eydnaðist ikki B68 at vinna seg fram til upplagdar málmøguleikar. Tað var ov lítil broddur og tyngd í álopspartinum hjá toftamonnum at vinna seg til møguleikan at skora málið, sum kundi borið stig við sær.

 

Tað var toftamaðurin í B36 Jann Benjaminsen, sum í dag var vongverji í vinstru, ið átti uppleggið til málið hjá Hannes Agnarsson. Hann var í dag fyri fyrstu ferð málskjútti í ár.

 

Sigurin ber við sær, at B36 nú hevur 24 stig. Tað eru seks stig fram til KÍ, og tað er eitt stig aftur til HB.

 

Mikukvøldið fer B36 til Klaksvíkar, har framskundaður dystur er á skránni.

 

B68 hevur 10 stig fyri 10 dystir. 2. hvítusunnudag verður B68 partur av oyggjauppgerð í Gøtu.

 

 

 

B68 - B36 0-1 (0-0)

 

0-1: Hannes Agnarsson