Amerikonsku veljararnir bíða spentir til fyrsta og kanska einasta sjónvarpskjakið millum Donald Trump og Kamala Harris, sum verður mikukvøldið okkara tíð.
Tvídysturin kann hava stóra ávirkan á úrslitið av forsetavalinum 5. november, og tað er ikki minst ein møguleiki hjá Kamala Harris, sum fær møguleika at leggja sína politisku skrá fram og svara aftur upp á álop frá Trump.
Trump hevur havt fyri fleiri persónlig álop móti Harris, og fleiri rasistisk og kynslig álop hava verið móti henni frá fyrrverandi forsetanum.
Persónligu álopini á Harris eru økt, nú meiningarkanningar hava verið henni til fyrimuns.
Tað verður ABC News, sum fer at skipa fyri 90 minuttir langa kjakfundinum, sum verður hildin í Filadelfia.
Tey bæði valevnini hava avtalað, at eingir áskoðarar mugu vera til staðar, at tey ikki mugu hava seðlar við, og at mikrofonir skulu sløkkjast hjá tí, sum ikki hevur orðið, soleiðis at tað ikki ber til at avbróta mótstøðumannin.
Kjakið millum tey bæði forsetavalevnini er higartil tað einasta, sum er planlagt fram til valið.
Undan tvídystinum, sum verður slakar tveir mánaðir fyri valið, liggur Kamala Harris eina tonn á odda bæði í landskanningunum og í flestu svingstatunum, har valið kann avgerast.
Nógvar slíkir sjónvarpsdystir undan forsetavali hava bert havt sera avmarkaðan týdning, tí veljararnir plaga at halda fast við sama valevni áðrenn og eftir kjakið.
Men millum undantøkini er kjakið millum sitandi forsetan, Joe Biden, og Trump síðst í juni. Hetta kjakið var byrjanin til endan hjá Biden, sum viðmerkjarar søgdu sá veikur og ósamanhangandi út í einum parti av beinleiðis sendingini.
Biden kom síðani undir stórt trýst at sleppa royndini at verða afturvaldur, og demokratarnir valdu í staðin at satsa uppá Harris.
Undir valstríðnum í 2016 stóð Hillary Clinton sum vinnari av trimum sjónvarpsdystum móti Trump, men tapti tó valið.
Hóast fýra ár í Hvítu Húsunum, dámar Trump framvegis at síggja út sum ein outsidari og uppreistrarmaður, sum er í stríð við amerikanska rættarskipanina og etableraðu stovnarnar í Washington.
Hann lýsir Harris sum ein persón við ongum altjóða royndum, meðan hann sjálvur pástendur, at hann skjótt kann enda kríggini í Ukraina og Gaza.
/ritzau/Reuters