Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Harris tók í hondina á Trump áðrenn hart kjak um fosturtøku

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

PHILADELPHIA: Tey bæði amerikonsku forsetavalevnini, demokraturin Kamala Harris og republikanski Donald Trump, vóru í nátt í hørðum orðadráttin um tilflyting, fosturtøkurættindi, inflatión og uttanríkispolitikk í fyrsta kjaki teirra í valstríðnum.

Kjakið skuldi eftir ætlan byrja klokkan 02:00 í nátt okkara tíð.

Meðan myndatólini rullaðu, marsjeraði Kamala Harris beint yvir at taka í hondina á republikanska fyrrverandi forsetanum.

- Kamala Harris, segði hon og heilsaði honum.

Kjakið var fyrstu ferð, at tey bæði valevnini hittust.

Amerikanarar skulu tann 5. november atkvøða um, hvør verður næsti forseti í landinum. Vinnarin verður tikin í eið 20. januar næsta ár.

Flestu eygleiðarar siga, at Kamala Harris kláraði seg betur enn Donald Trump.

 

/Ritzau/

 

 

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix