Havnar Svimjifelag góð úrslit í Reykjavík International Games

Talan var um eina góða ferð, har svimjararnir fingu nógv burturúr

Havnar Svimjifelag skrivar á facebookvanga sínum: - Havnar Svimjifelag var til RIG í vikuskiftinum.

 

Reykjavík International Games var í vikuskiftinum. Havnar Svimjifelag luttók við 14 svimjarum úr 1. og 2. liði og tey vóru:

 

Áki Eliassen (2006)

 

Bartal E. Eidesgaard (2003)

 

Dortea Dam (2007)

 

Eyðrið Mortensen (2003)

 

Isak Dag Brisenfeldt (2006)

 

Jóhanna Katrina Jacobsen (2007)

 

Markus B. Dahl (2005)

 

Oddvá Sedea D. Nattestad (2006)

 

Oddvaldur Leivsson (2008)

 

Ólavur W. Jákupsson (2008)

 

Óli Mikkelsen (2008)

 

Silas Dam Lindberg (2008)

 

Villiam Marius Samuelsen (2005)

 

Venjarar vóru Maciek Hampel og Jóannes á Fløtti.

 

Sigast má, at úrslitini gjørdist sum heild góð – hetta hóast at svimjararnir vóru seinkaðir 12 tímar vegna veður – og komu fram fríggjakvøld. Hetta hevði við sær, at fleiri svimjarar máttu svimja eyka 50 metrar leygardag, meðan onnur mistu kappingar, ið vórðu avgreiddar fríggjakvøld.

 

RIG er ein stór kapping og innleiðandi var um morgunin og finaluumførini vóru um kvøldið.

 

Eyðrið og Bartal komu í flest A finalur og vóru nær við heiðursmerkjatíðir fleiri ferðir. Tey fingu eisini flest FINA-stig av okkara svimjarum Eyðrið í 200 frí við 638 stigum og Bartal í 100 frí við 665 FINA-stigum.

 

Villiam, Oddvaldur og Isak komu eisini í fleiri finalur.

 

Vit hava nakrar svimjarar – dreingir 2008 og yngri – sum kappaðust í ungdómsbólkinum, 15 ár og yngri.

 

Her megnaði Oddvaldur Leivsson at vinna bronsuheiðursmerki í 100 rygg við tíðini 1.08,65.

 

Hitt heiðursmerkið, sum var úr silvuri, vann Isak Brisenfeldt í 100 firvald við tíðini 0.58,23.

 

Inni á swimrankings.com ber til at nærlesa øll úrslitini. Á hesi síðuni ber eisini til at síggja, hvussu nógv tey hava betrað summar tíðir í prosentum. Hóast hetta fyri tað mesta er burturvið at vísa á, so er stuttligt at síggja, at okkara svimjarar hava betrað 45 tíðir samanlagt. Summi fleiri og onnur færri. Tað er ikki smávegis.

 

Annars var talan um eina góða ferð, har svimjararnir fingu nógv burturúr. Ferðaleiðararnir, Finnbjørg Nattestad og Sóley Samuelsen høvdu úr at gera og tær róstu raska svimjiungdómi okkara.

 

Kanska skuldu vit farið við enn fleiri svimjarum komandi ár – eisini okkara yngru.

 

At enda kunnu vit siga, at vit gleða okkum til at fáa Langhylin – í 2024. Tað fer at lyfta føroyska svimjing munandi longur fram á leið. Skrivar Havnar Svimjifelag.