Havnin má aftur draga ungdómin til sín

Vil Tórshavnar Kommuna vera við í kappingini um tey ungu, noyðast vit at vera nógv meiri frammi í skónum, tá tað ræður um at gera góðar umstøður til lesandi og lærlingar.

Sambært eini kanning, sum Glasir gjørdi fyrr í ár, ynsktu minni enn 20% av 3. árs næmingunum at lesa í Føroyum. Í 2017 var talið 40%. 

 

Fyri skjótt 6 árum síðani sat eg í einum arbeiðsbólki, sum gjørdi eina stratetiska ætlan um kampus til Fróðskaparsetrið. Eitt av høvuðspunktunum í ætlanini var, at eitt livandi og spennandi lestrarumhvørvi er ikki einans á matriklinum hjá Fróðskaparsetrinum - men ymsastaðni runt um í býnum, har lesandi og lærlingar kunnu hittast og skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi. Hetta kann vera eitt nú lestrarbústaðir, bókasøvn, lestrarkaféir, ítróttarfasilitetir og so framvegis. 

 

Vit kunnu bjóða so góð lestrartilboð, sum vit eru ment - tað er tó framvegis ikki nóg mikið í kappingini um tey ungu. At blíva lesandi ella lærlingur er fyri mong byrjanin til veruliga vaksna lívið. Tað er tá vit fáa okkara fyrsta egna bústað og skulu læra at halda hús uttan hjálp frá foreldrunum. Vit skapa netverk, sum vit taka við okkum víðari út á arbeiðsmarknaðin. Og so er tað eisini bara eitt tað stuttligasta tíðarskeiðið í lívinum. 

 

Tað er ikki so løgið, at áhugin fyri Føroyum sum lestrarlandi var størri í 2017. Tá lat m.a. Finsen upp, og tosað varð um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Føroyum. Síðani er lítið ítøkiligt hent, og eisini afturstig hava verið. Millum annað hevur Tórshavnar Kommuna uppsagt leigusáttmálan við Setrið um Sjóvinnuhúsið, og ikki ein lestrarbústaður er bygdur síðani Finsen lat upp. 

 

Nú Barna- og Útbúgvingarmálaráðið er farið undir fyrireikingarnar til nýtt kampus á Frælsinum, er tí sera umráðandi, at Tórshavnar Kommuna eisini ger sín part. Fleiri lestrarbústaðir, betri umstøður til Býarbókasavnið, gera umstøður til lestrarkaféir og annað frítíðarvirksemi til ung. Tórshavn skal vera ein spennandi lestrarbýur, og kommunan má ganga á odda.

 

Barbara Gaardlykke Apol

Valevni fyri Javnaðarflokkin