HB fer illa við Skálafjørðinum

1. DEILD: Tað vóru seks ymiskir málskjúttar, tá ið HB sendi toftamenn til hús við tenniseggi

Tað er øgiligt, sum næstbesta liðið hjá HB fer illa við teimum á eystaraarmi á Skálafjørðinum, tá ið hesir eru gestir í Gundadali.

 

Fyri tveimum vikum síðani var besta NSÍ liðið gestur hjá næstbesta HB liðnum, og tá vann HB 5-0. Í kvøld var næstbesta B68 liðið í Gundadali, og nú vann HB 6-0.

 

HB liðið var ógvuliga væl mannað, og tað var ein av teimum, sum plagar at eiga lut á besta liðnum, sum í 12. minutti setti hol á. Tað var Jákup L. Thomasen, sum skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki. B68 helt tørn, inntil seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. So skoraði HB trý mál í fimm minuttir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað endaði 6-0.

 

Umframt Jákup L. Thomsen vóru málskjúttarnir Hørður H. Askham, Rani W. Sørensen, Gilli Róason og innskiftu Jógvan Skeel Nolsøe og Andrass Henriksen.

 

HB er nú á 7. plássi við 11 stigum og er fýra stig frammanfyri B68, sum er á 9. plássi.

 

Leygardagin um eina viku fær B68 vitjan av NSÍ, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.