HB hevur 41 steypafinalur - 07 Vestur kann vinna seg í ta fyrstu finaluna

Steypasøgurnar hjá HB og 07 Vestur, ið møtast í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmansteypið í annaðkvøld eru sera ójavnar

Á mangan hátt er talan um ársins fótbóltsdyst á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld klokkan 18.

 

Tá møtast HB og 07 Vestur í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan sum var leikt í Sørvági eina ferð í vár endaði við javnleiki 1-1. 

 

HB er í einari tungari gongd við bert tveimum stigum í fýra teimum seinastu dystunum. 07 Vestur hevur eitt søguliga gott lið við størstu úrtøkuni í bestu mansdeildini nakrantíð.

 

Haraftrat fekk 07 Vestur eitt ordans lyft sum felag, tá U21-landsliðið hjá 07 Vestur vann FM. Í annaðkvøld verður vestara skýlið á ovara vølli í Gundadali eitt fult 07 Vestur skýlið við framúr góðum fjepparum og áskoðarum. 

 

Enn eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum ikki komin upp á dystin, men tað verður væntandi ein javnur og spennandi dystur, ið kann fara til longda leiktíð.

 

Steypasøgan hjá HB og steypasøgan hjá 07 Vestur eru sera ymiskar.

 

07 Vestur kann í annaðkvøld vinna seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð í søgu felagsins, meðan HB kann vinna seg í steypafinalu nummar 42 síðani fyrstu steypakappingina í 1955.

 

HER er eitt yvirlit frá Wikipedia, ið uttan iva hevur brúkt Faroesoccer.com til at gera eitt yvirlit yvir steypavinnarar og silvurvinnarar síðani 1955:

 

##med2##