HB hevur eina stóra favorittstøðu móti EB/Streymi

Her eru oddsini upp á dystin HB-EB/Streymur

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18 verður tann fyrsti dysturin leiktur í sætta umfarinum í Betrideildini hjá monnum. 

 

Á ovara vølli í Gundadali tekur HB móti EB/Streymi. HB er næstfremst við 12 stigum, meðan EB/Streymur er á sjeynda plássinum við fýra stigum.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina stóra favorittstøðu til HB.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 1,19.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,29.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 10,52.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd