Heiðursmerkir til Havnar Fimleikafelag til DM

Seinastu dagarnar hava íðkarar úr Havnar Fimleikafelag verið í Keypmannahavn og luttikið í DM í amboðsfimleiki, skrivar Havnar Fimleikafelag

Mynd: (Havnar Fimleikafelag)

Seinastu dagarnar hava íðkarar úr Havnar Fimleikafelag verið í Keypmannahavn og luttikið í DM í amboðsfimleiki, skrivar Havnar Fimleikafelag. Kappingin fyri juniorar var leygardagin, og fleiri heiðursmerki vóru til føroysku fimleikararnar. Hjá kvinnunum vann Mia Højgaard silvur í barr. Bjarki Johannesen vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggj og gólv, og gjørdist triðbestur í danska kongaríkinum í all-around. 

 

Í gjár vóru finalurnar hjá teimum eldru í DM, og føroysku fimleikararnir fingu fleiri heiðursmerkir um hálsin. Aron D. Jacobsen vann gull í gólv, beinsveiggj og ringum. Eisini vann hann silvur í paralell barr og í  rekk.

 

Við trimum gull heiðursmerkjum og tveimum silvur heiðursmerkjum gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki. Hóast fleiri skaðar stóðu hinir luttakararnir úr Føroyum seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir hesaferð.

 

Fimleikararnir úr HF, sum hava luttikið í DM eru:

 

Mia Højgaard

 

Anna Sofía B. Højsted

 

Astrið Breckmann

 

Rókur Sumberg Vestergaard

 

Bjarki Johannesen

 

Teitur Karbech í Hjøllum

 

Torleivur Christiansen

 

Aron D. Jacobsen og Hjálmar Allansson Dalsgarð, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark, venja við ávikavist Gefion og AIG.

 

Mynd: (Havnar Fimleikafelag)