Amerikanski flogberin USS "Gerald R. Ford" er her á veg inn í Oslofjørðin í morgun. Krígsskipið, sum er heimsins størsta, skal liggja við bryggju í Oslo í fýra dagar. - Foto: Terje Pedersen/Ritzau Scanpix

Heimsins størsta krígsskip í Oslo

Í morgun er amerikanski flogberin USS "Gerald R. Ford" komin til Oslo, vísa myndir

Amerikanski flogberin USS "Gerald R. Ford" er her á veg inn í Oslofjørðin í morgun. Krígsskipið, sum er heimsins størsta, skal liggja við bryggju í Oslo í fýra dagar. - Foto: Terje Pedersen/Ritzau Scanpix

Heimins størsta krígsskip, amerikanski flogberin USS "Gerald R. Ford", er í dag komin til Oslo.

Tað vísa myndir.

Flogberin hevur síðani mánadagin siglt gjøgnum danska partin av Norðsjónum við kós ímóti norska høvuðsstaðnum.

Har skal krígsskipið liggja við bryggju í fýra dagar. Tað var ikki fyrr enn mánadagin, at tað varð almannakunngjørt, at amerikanski flogberin skuldi til Oslo.

Í fleiri býum og kommunum kring Oslofjørðin stóðu fleiri hundrað áskoðarar at hyggja, meðan stóra krígsskipið sigldi ímóti Oslo, skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Skipið, sum varð doypt í 2013, er á síni fyrstu rættiligu ferð. Tað er fyrsti flogberi í einum nýggjum flokkin, nenvdur Ford-flokkurin.

At ferðin er til Oslo, verður tulkað sum tekin um, at USA ynskir at vísa, at tey vilja vísa, at tey eru til staðar og at ræða í norðurlendsku økjunum eftir russisku innrásina í Ukraina.

Aftenposten skrivaði í gjár, at tað í dag verður sett fyribils flogbann yvir innara parti av Oslofjørðinum. Tað snýr seg bæði um flogfør og dronur.

Umborð eru sambært NTB manning upp á 4.500 fólk. Pláss er fyri 90 flogførum og tyrlum, og skipið verður rikið við tveimum kjarnorkureaktorum.

Farið varð undir at byggja skipið í 2009. Tað var ein drúgv tíð við kanningum og at gera skipið til reðar, og nú er skipið komið í vanligan rakstur.

/ritzau/

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##