Um 09.50-tíðina gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur helt seg síggja eina grind norðarlaga í Djúpunum.
Sum skilst, ivaðist fráboðarin í, hvørt hetta vóru gindahvalir ella annar størri hvalur, kanska bóghvítuhvalur.
Talan var heldur ikki um nakran stóran grindabólk.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey samskiftu við grindaformenn og sýslumann, og semja var um, at tað helst ikki loysti seg at senda bátar avstað.
- Óvissan um, hvørt talan var um grindahval og støðan við, at einki brenni er at fáa, førdi til, at meira varð ikki gjørt burtur úr hesum, sigur løgreglan.