Her er 1 króna
1 króna er ikki nógv. Men 1 króna er so nógv meira, enn fráfarandi samgongan hevur havt í yvirskoti, meðan teir hava sitið á almenna kassanum. Í bestu búskaparligu tíðum og við ongum arbeiðsloysi.
Pengarnir fossa út og inntøkurnar torir ongin at tosa um.
Skulu vit hava ráð til at
- Stytta arbeiðsvikuna
- Lækka skattin hjá lág- og miðalløntum
- Hækka stuðulin til lesandi og lærlingar
- Byggja fleiri almannagagnligar bústaðir
- og lætta um gerandisdagin
so at øll hava tíð og ráð at liva, og ikki bara yvirliva.
So noyðast vit eisini at vaksa inntøkurnar og tálma útreiðslurnar hjá landskassanum.
Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur og vinnupolitikkur eru grundarlagið undir okkum øllum.
Vinnan er góð og gevur stór virði til samfelagið. Tí vilja vit geva vinnuni betri møguleikar, at geva upp aftur meira til okkum øll.
Vit skulu hava yvirskot í gerandisdagin og landskassan.
Alt annað er ábyrgdarleyst og heit luft.
Vel ábyrgd og samhaldsfesti tann 8. desember
Rógvi Nybo
Tjóðveldi