Her er svenski hópurin Føroyar møta á útivølli 12. oktober

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir fyrsta EM-undankappingardystin á útivølli móti Svøríki, hósdagin 12. oktober

Hósdagin 12. oktober klokkan 17.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í undankappingarbólki 7.

 

Dysturin verður á útivølli móti Svøríki. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar á heimavølli móti Íslandi.

 

Dysturin móti Íslandi í høllin á Hálsi í Havn verður leiktur sunnudagin 15. oktober klokkan 15. Sama dag klokkan 17 spælir fótbóltslandsliðið EM-undankappingardyst móti Kekkia á útivølli, og tí fæst høvið at fylgja við báðum dystunum. 

 

Svenski landsliðsvenjarin, Tomas Axnér hevur tikið út hendan hópin, ið skal møta Føroyum á heimavølli 12. oktober. 

 

Talan er um eitt krútsterkt lið við leikarum, ið spæla við sterkum liðum kring Evropa: 

 

Málverjar:

Johanna Bundsen, IK Sävehof, 129 A-landsdystir/2 mál

Irma Schjött, Ikast Håndbold, 4/0

Evelina Eriksson, CSM Bukarest, 13/1

 


Útileikarar:

Olivia Mellegård, IK Sävehof, 69/144

Elin Hansson, Horsens Håndbold, 54/138

Linn Blohm, Györi Audi ETO KC, 149/425

Anna Lagerquist, Neptunes de Nantes, 104/124

Olivia Löfqvist, Storhamar Håndball, 4/0

Mathilda Lundström, Silkeborg-Voel KFUM, 61/82

Nathalie Hagman, SCM Ramnicu Valcea, 201/721

Jamina Roberts, Vipers Kristiansand, 214/530

Kristin Thorleifsdóttir, Horsens Håndbold, 40/49

Tyra Axnér, Nykøbing Falster HK, 16/24

Emma Lindqvist, Ikast Håndbold, 70/139

Jenny Carlson, Brest Bretagne HB, 41/111

Daniela de Jong, SCM Ramnicu Valcea, 13/17

Nina Koppang, IK Sävehof, 12/14

Nina Dano, Odense Håndbold, 36/38