Hetta er Hildibjarta

Hon er ein góð vinkona hjá mær. Hon er útbúgvin námsfrøðingur. Og so er hon mamma at einum 9 ára gomlum soni, sum – eins og nógv onnur børn – hevur avbjóðingar í gerandisdegnum. 

 

Hann hevur nú staðið á bíðilista hjá barna- og ungdómspsykiatriini í 21 mánaðir. Skjótt tvey ár. 

 

Og tað er alt, alt, alt for leingi. 

 

Eg hoyri ofta fólk siga, at “øll skulu hava ein bókstav í dag”. Tað er sum um, at tey halda, at foreldur bara senda børnini – sínar gullklumpar – til barna- og ungdómspsykiatriina til stuttleika. 

 

Áðrenn mann tekur ta hørðu avgerðina, at eitt barn skal til útgreining, so hava øll rundan um barnið roynt allar hugsandi møguleikar. Tað kann vera ergoterapeut, sálarfrøðing, stuðulstímar, námsfrøðilig ráðgeving og so víðari. Og øll fakfólkini hava gjørt sítt besta.

 

Tá mann so ikki sær nóg stórar batar, so er útgreining seinasti útvegur. 

 

Men tað ger ilt verri, at bíðitíðin er upp í tvey ár, tá mann hevur tikið eina so trupla avgerð. Tað er ikki lætt hjá nøkrum at leita eftir eini diagnosu til sítt egna barn. 

 

Tíverri er tað soleiðis, at mann í nógvum førum skal hava eina diagnosu fyri at fáa røttu hjálpina. 

 

Bíðilistin skal styttast. Men eg haldi eisini, at vit mugu uppbyggja hjálp til tey, sum standa á hesum bíðilistanum. Tí fyri hvønn dag, barnið bíðar, jú verri verður at geva hjálpina, sum skal til. Og tað er óansæð, um barnið fær eina diagnosu ella ei eftir útgreiningina. 

 

Verði eg valdur hósdagin, fari eg at gera mítt besta fyri foreldur og børn, ið eru í somu støðu sum Hildibjarta og sonurin. 

 

Tí børnini mugu setast fram um alt.

 

Bjarni Arge 

 

Løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin