Hevur sterka rættvísiskenslu í stríðnum móti doping

Pál Vitalis Joensen er samskipari hjá Antidoping Føroyum. Hann fegnast um, at kunna arbeiða ímóti doping, tí sum ítróttafólk á hægsta stigi hevur hann roynt at kappast ímóti og vant saman við ítróttarfólki sum eru dømd fyri doping

Mynd: Álvur Haraldsen

Pál Vitalis Joensen metir ikki at doping er ein stórur trupulleiki í føroyskum ítrótti. Arbeiðið  hjá Anti doping Føroyum er í stóran mun kunnandi og fyribyrgjandi. Ítróttafólk eru sum heild tilvitað um hvat tey koyra í kroppin hjá sær, og tað hevur týdning. Eru íðkarar í iva, fæst kunning frá Anti doping Føroyum. Ítróttarfólk og feløg eru røsk at venda sær til stovnin, at kunna seg um, hvønn heilivág tey kunnu taka, og hvør heilivágur krevur undantaksloyvið.

 

- Øll skulu sleppa at taka tann heilivágin sum tey hava tørv á, men onkur heilivágur krevur undantaksloyvi. Tíbetur eru nógv sum spyrja seg fyri, og vit eru tøk at hjálpa, sigur Pál Vitalis Joensen.

 

Íðkarar sum hava fingið dóm fyri doping, vera settir í bás, og fáa aldrin trúvirðið aftur.

 

Tað er ikki av vælvild, at eg havi vant saman við hesum fólkunum, men tí vit hava verið knýtt at sama felag. Man kemur at kenna tey, og tað koma illgitingar um, hvør hevur tikið doping og hví.

 

Les longri samrøðu við Pál Vitalis Joensen í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.

 

Mynd: Álvur Haraldsen