“Hey Babba, eg eri á Bacalao!”

“Aftur í dag? Ordan góða, vit hoyrast bara seinni”

Brotið omanfyri er frá einari telefonsamrøðu millum meg og dóttrina. Tað, sum í hesum førinum er eitt sindur serligt er, at samrøðan faktiskt ongantíð hevur funnið stað, og í løtuni er tað eisini óvist, um hon nakrantíð fer at finna stað.

 

Men eg bæði vóni og trúgvi uppá tað, tí Bacalao er eitt upplagt stað til myndlist, tónleik, filmslist og alla aðra list, sum tú kanst ímynda tær. Bacalao er eisini upplagt til tær smærru ítróttargreinarnar.

 

Í løtuni er ein klintrihøll og ein skatepark inni í Bacalao, men har er pláss fyri mongum afturat. Og hví ikki krydda tað við street food og ymiskum marknaðum afturat? Har er ríkiligt at plássi.

 

##med2##

Vit mugu vísa dirvi og tora

 

Eg veit ikki, hvat døtrarnar hjá mær fara at fáast við – tað bestemma tær sjálvar – men kenni eg føroyingar rætt, fara tær í øllum førum at kenna onkran, sum fer at fáast við list.

 

Og hesin “onkur” manglar í løtuni eitt pláss til at skapa. Eitt pláss til at breiða sínar tankar út til eitt hvørt, sum kann síggjast, hoyrast ella kennast. Eitt pláss til at seta spurnartekin við eitt hvørt, at bjóða samfelagnum av, at bjóða mær og tær av og at útfordra tær meiningar, sum vit øll annars akkurát vóru samd um. Og tað er tað, vit hava brúk fyri!

 

##med3##

Vit hava øll brúk fyri at verða bjóðaði av frá tíð til tíð. Tað er soleiðis, vit mennast.

 

Men men,

 

Bacalao er tíverri ikki eitt stað, sum hevur verið politiskt raðfest í Havn. Hugflogið og visiónirnar eru rætt og slætt ikki til staðar.

 

Men eg trúgvi 100% uppá, at telefonsamrøðan omanfyri fer at finna stað.

 

##med4##

 

vh

 

Jan Klein Olsen

 

##med5##

​​​​​​​