Hilmar Kass farin 96 ára gamal

Fyrrverandi løgtingsmaðurin og formaður Sjálvstýrisfloksins, Hilmar Kass, andaðist í gjár 96 ára gamal.

Hilmar Kass var strandingur, føddur 2. desember í 1926. Hann var sonur Súsonnu, f. Lamhauge úr Lamba og Bartal Johansen av Strondum. Hann var giftur Lydiu f. Danielsen úr Porkeri.

 

Hann fór 16 ára gamal til skips við Austerlitz, sum pápin førdi. Hann sigldi til 1948, tá hann fór at ganga á stýrimansskúla og tók prógv á vári í 1950. Síðan fór hann til Keypmannahavnar, har hann tók skipsføraraprógv í 1950 og prógv sum fjarritari í 1951.

 

Eftir at hava siglt í fleiri ár legðist hann upp á land í 1957. Í 1962 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla og var lærari á Millum- og realskúlanum í Havn skúlaárið 1962-63.

 

Frá 1963 til 1969 var hann lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, umframt at hann var próvdómari á Føroya Sjómansskúla frá 1966-69.

 

Í 1969 fekk hann fekk starv á Føroya Sjómansskúla sum lærari, har hann var varaskúlastjóri í 20 ár, frá 1973 til 1993. Hann var settur skúlastjóri í 1994, tá hann legði frá sær á skúlanum sum 67 ára gamal.

 

Hilmar Kass varð valdur í Løgtingið fyri Sjálvstýrisflokkin í 1966 í Suðurstreymoyar valdømi. Hann var einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í 1966, tá flokkurin misti annan tingsessin eftir sonevnda »sjálvstýrislandsstýrið«, sum sat frá 1963-67. Báðir tingmenn floksins, Sámal Petersen og Marius Johannesen fullu á valinum í 1966.

Tí gjørdist Hilmar Kass nátúrliga formaður floksins, sum í 1974 fekk tveir sessir og í 1980 fekk tríggjar sessir undir leiðsluni hjá Hilmar Kass.

Undan løgtingsvalinum í 1988 boðaði Hilmar Kass frá, at hann stillaði ikki uppaftur. Hann var tá 61 ár gamal.

Hann segði í samrøðu um hetta mundið, at 22 ár var nóg mikið at sita á Løgtingi.

 

Hilmar og Lydia áttu børnini Bartal Onnu.