HM: Dika Mem er meldaður klárur hjá Fraklandi

Talan er um góð tíðindi fyri franska HM-hópin

Um eina viku byrjar HM-endaspælið í manshondbólti í Noregi, Danmark og Kroatia.

 

Í dag fekk franski hópurin sera góð tíðindi. Stóra stjørnan, Dika Men er meldaður klárur til HM-endaspælið.

 

Dika Dem bleiv skurðviðgjørdur í økslini í november. Í dag hava læknararnir hjá Barcelona, ið er felagið hjá Dika Dimm givið grønt ljós til, at Dika Dem kann spæla fyri Frakland í HM-endaspælinum.

 

Frakland er í innleiðandi bólki C saman við Katar, Kuveit og Eysturríki, og eru fraklendingar stórir favorittar til at vinna bólkin.