Høllin við Tjarnir verður klár til steypafinalur

– Høllin verður liðug síðst í hesum mánaðinum, og so hava vit einar tvær vikur at vaska og fáa alt upp á pláss, og so hava vit opið hús leygardagin 15. februar.

Tað sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri í Høllini við Tjarnir, tá vit spyrja hann, um høllin verður klár til steypafinalurnar, sum skulu spælast vikuskiftið 21., 22. og 23. februar.

Regin W. Dalsgaard sigur, at alt sær út til at ganga eftir ætlan.

Tá høllin letur upp eru 637 parkeringspláss klár uttan fyri høllina, og tá verður eisini koyrandi til høllini, tá tað er innkomuvegurin latin upp – sjálvt um tunnilin helst ikki letur upp fyrr enn í apríl.

 

Á skránni eru eisini tveir landsdystir. A-landsliðið hjá kvinnum skal møta Litava í HM play-off dystunum sum verður í Høllini við Tjarnir miku- ella hósdagin 9./10. apríl. 

 

Menninir skulu spæla ímóti Hollandi í Høllini við Tjarni á grækarismessu 12. mars.

 

Men tað ber til at síggja høllina áðrenn tað, tí leygardagin 15. februar verður opið hús, har almenningurin fær høvi at síggja høllini og at royna ymiskt í høllini, sigur Regin Dalsgaard.

 

Og so verður stóra upplatingartiltakið 1. mars

 

 

 

Tá fer Føroya Symfoniorkestur at innvíga høllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall. Marius Ziska og Lea Kampmann fara eisini at framføra saman við Føroya Symfoniorkestri.