Signhild V. Johannesen, sum hevur verið vald í Klaksvíkar býráð síðan á kommunuvalinum í 2012, hevur gjørt av at stilla upp aftur á javnaðarlistanum á kommunuvalinum í heyst.
Javnaðarflokkurin hevur tvey umboð í Klaksvíkar býráði. Tey eru Signhild V. Johannesen og Tummas Lervig. Fyrsti uppstillingarfundur hevur verið, og 2. og 3. fundur verður seinni í hesi vikuni.
- Eg havi tikið avgerð um at stilla uppaftur, og tað ætlar Tummas Lervig sær eisini, sigur Signild V. Johannesen, sum hevði sítt higartil besta val í 2020, tá hon fekk 319 persónligar atkvøður.
Fyrstu ferð hon stillaði upp til kommununal var í 2004 og aðru ferð í 2008, men hon rakk ikki inn um býráðsgáttina í hesum báðum fyrstu royndunum.
Signhild V. Johannesen sat tó eitt skifti í býráðnum í 2008, tá Torleif Sigurðsson, sum varð valdur fyri Javnaðarflokkin, doyði í februar hetta árið.
- Síðan á kommunuvalinum í 2012 havi eg verið vald í býráðið, og eg gjørdist rættiliga ovfarin av undirtøkuni á seinasta vali.
Hon vísir á, at samstundis, sum hon næstan tvífaldaði sítt atkvøðutal í 2020, misti Jógvan Skorheim næstan helmingin av sínum atkvøðum.
- Undan valinum í 2020 merkti eg væl, at eg hevði fleiri stuðlar, og eg væntaði tískil eitt betri val, enn eg áður hevði havt.
At valið tó skuldi gerast so gott, gjørdi hana ikki sørt ovfarna.
Signhild V. Johannesen sigur, at hon er spent til kommunuvalið komandi, og hon letur ongan iva vera um, at stendur borgarstjórasessurin henni í boði eftir valið, tekur hon av.
Hon vísir á, at nú hon hevur luttikið í býráðsarbeiði hesi árini, er hon slett ikki í iva um, at hon saktans hevði megnað borgarstjórasessin eisini.
Hon vónar sjálvsagt, at Javnaðarflokkurin fær eitt gott kommunuval í heyst.
- Eg vænti ikki, at sitandi borgarstjóri, Karl Johansen, dregur nakað sambandsumboð í býráðið við sær.
Sighild V. Johannesen sigur seg eisini ivast í, hvussu gott val Jógvan Skorheim fer at gera, nú hann fyrstu ferð stillar upp sum ikki-sjálvstýrismaður.