Hópurin sum skal møta Svøríki og Íslandi er úttikin

Átta leikarar úr SMS-deildini og átta leikarar sum spæla uttanlands eru úttiknir

Landsliðsvenjararnir hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki á útivølli 12. oktober og Íslandi á heimavølli 15. oktober. 

 

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Vengur:

Rannvá Olsen, VÍF

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Guðrið á Borg, H71

Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)

Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

 

Strikur:

Brynja Høj, Neistin

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

 

Bakkar:

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Elsa Egholm, H71

Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin

Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Natasja Hammer, StÍF

 

Dystirnir verða leiktir, ávikavist móti Svøríki í Uppsala hósdagin 12. oktober klokkan 17.30, og móti Íslandi í Føroyum í Høllini á Hálsi sunnudagin 15. oktober klokkan 15. Kringvarpið vísir dystirnar.

 

HER  er svenski hópurin, ið skal møta Føroyum 12. oktober. 

 

HER  er íslendski hópurin, ið skal møta Føroyum 15. oktober.