Hoyvíkingar takkaðu fyri seinast

Finala hondbóltur menn: Leygarkvøldið tapti H71 við fýra máluim, og í kvøld vunnu teilr við sjey málum

Rói Ellefsen á Skipagøtu var toppskjutti í kvøld við 10 málum

Tað, sum leygarkvøldið vendi niður í Vestmanna, vendi í kvøld upp, og tað sum leygarkvøldið vendi upp, vendi í kvøld niður í Hoyvíkshøllini, har onnur FM finalan í kvøld var á skrá.

 

Í Vestmanna var H71 ikki at kenna aftur sammett við tað, sum liðið so ofta hevur avrikað hetta kappingarárið. Í kvøld var heilt øðrvísi. At tað bara eydnaðist VÍF at skjóta 21 mál og bara 8 í fyrra hálvleiki ber boð um, at verjuspælið var væl betur í kvøld, og álopsspælið var væl margfaldari og hugflogsríkari í kvøld, enn tað var leygarkvøldið.

 

Úrslitið var 28 – 21 eftir hálvleiksstøðuna 13 – 8. VÍF vann leygarkvøldið, og nú er støðan 1-1, og leygarkvøldið verður triðja finalan í Vestmanna. Tað er greitt, at tað í hvussu so er vera fýra finalur, og fjórða finalan verður í Hoyvík mikukvøldið um eina viku.

 

-Vit vóru ógvuliga misnøgdir við okkara avrik í Vestmanna. Tá var verjuspælið vánaligt, og tað bar við sær, at bæði Filip Jojic og Hallur Arason høvdu møguleikar at skora nógv mál. Í kvøld riggaði tað at fara fram ímóti Filip og forða honum at vera so vandamikil, meðan tað ikki gekk heilt so væl at steðga Halli. Í álopinum eydnaðist tað í kvøld at spæla upp á fleiri streingir, enn tað gjørdi leygarkvøldið, sigur Rói Ellefsen á Skipagøtu við Sjúrð Hildarson Hoydal á midlar.fo.

 

Meðan tað leygarkvøldið gekk illa hjá honum við at skjóta mál, so var Rói E. á Skipagøtu í kvøld H71 toppskjútti við 10 málum.

 

-Vit mugu bara staðfesta, at í kvøld vóru vit ikki sinniliga hjástaddir við dystarbyrjan, og tað gongur ikki, tá ið mótstøðuliðið er H71 á heimavølli. Teir komu beinanvegin við øllum tí, sum teir hava, og vit megnaðu ikki at skora fyrsta málið fyrr enn í 9. minutti. Um vit skulu vinna FM, so er neyðugt við heilt øðrum avriki í Vestmanna leygarkvøldið, og tað ætla vit okkum at vísa, sigur Andrias Eriksen hjá VÍF.

 

Toppskjútti hjá VÍF í kvøld var Hallur Arason, sum skoraði seks mál.

 

Dómaraseðilin

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/XGuRCCfYc6RkSatD5Klt.pdf

 

 

 

H71 – VÍF 28 – 21 (13 – 8)

 

2. FM finalan – støðan er 1 – 1

 

Í Hoyvíkshøllini mikudagin 10. mai kl. 19.00

 

H71:  Rói E. á Skipagøtu 10, Rókur Ziskason 5, Peter Krogh 4, Rúni Vest Højgaard 3, Bogi Hansen 3, Ragnar Karlsson 1, Høgni Højsted 1, Niklas H. Hanusarson 1

 

VÍF: Hallur Arason 6, Filip Jojic 5, Eyðbjørn Heini Danielsen 3, Kristian Jensen 2, Óla Jákup Gaard Olsen 2, Sjúrður Olsen 1, Andrias Eriksen 1, Philip Harper Müller 1

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu var toppskjutti í kvøld við 10 málum